Nýggj lóg um dátuvernd

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (Dátuverndarlógin)
Frágreiðing

Við løgtingslógaruppskotinum verður ein nýggj løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum sett í gildi. Nýggja løgtingslógin kemur í staðin fyri galdandi løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum frá 2001, sum við uppskotinum verður sett úr gildi. Uppskotið er grundað á ES-fyriskipanina General Data Protection Regulation (GDPR) við neyðugu tillagingunum til føroysk viðurskifti.

Uppskotið hevur ikki við sær, at føroyska persónsupplýsingarlóggávan sum heild verður kollvelt. Nógvar av grundleggjandi reglunum verða varðveittar. Hinvegin hevur uppskotið týðandi broytingar við sær. Uppskotið byggir á eina váðagrundaða tilgongd til dátuvernd. Hetta hevur við sær, at jú størri váðin við viðgerðini er, jú hægri eru krøvini til trygdina. Samstundis er tað dátuábyrgdarin, sum í enn størri mun enn í dag, skal tryggja, at lógin verður hildin. Leikluturin hjá Dátueftirlitinum verður annaðleiðis og t.d. verður skipanin við fráboðanum til og loyvum frá Dátueftirlitinum strikað.

Ummælisfreistin er farin
08.11.2019
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Lógarøkið
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
09.10.2019
Samband
katrinth@tinganes.fo
Málsviðgjørt
Løgmansskrivstovan
Tak niður
Uppskot Til Ummælis Fylgiskjal 1