Nýggj og dagførd lóggáva um rættargang í Føroyum
Við hesum lógaruppskotinum verður sett í verk ein nýggj og dagførd lóggáva um rættargang í Føroyum.
Rættargangslógin fyri Føroyar er rættuliga afturúrsigld, tí lógin er ikki dagførd regluliga seinasta nógvu árini. Talan er um sera umfatandi munir á lóggávuni, sum eru galdandi í Føroyum í mun til í Danmark. Fleiri enn 200 broytingar eru gjørdar í donsku rættargangslógini, sum ikki eru settar í gildi fyri Føroyar. Hetta er sera óheppið, tí Føroya rættur er ein samfeldur partur av tí donsku rættarskipanin, og fleiri dómar skulu roynast í landsrættinum og Hægstarætti. Rættargangslógin er felagsmál, og tí eiga somu reglur at galda innan skipanina, um ikki serlig føroysk viðurskifti gera, at frávik skal gerast.
Landsstýrið hevur seinastu 10 árini fingið nógvar áheitanir frá bæði stjórnarráðum, feløgum, stovnum og einstaklingum um at dagføra reglurnar í rættargangslógini á ymiskum økjum t.d. um varðhald, avbyrging, rættarseming, innlit, bólkasakarmál, hjásitar, nevningamál, fría rættargongd, saksgongdin til Hægstarætt o.a.
Eftir áheitan frá løgmanni setti danski løgmálaráðharin í 2017 ein arbeiðsbólk at gera uppskot til ein fullkomna dagføring av rættargangslógini fyri Føroyar, og nú hevur landsstýrið fingið eitt uppskot til nýggja rættargangslóg fyri Føroyar.
Talan er um stórt og víðfevnt lógarverk við nógvum broytingum í mun til galdandi lóg. Á s. 351 í lógaruppskotinum er eitt innihaldsyvirlit til lógina, sum tit kunnu brúka at síggja, hvørjir partar av lógaruppskotinum eru serliga viðkomandi fyri tykkum at gera viðmerkingar til.
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir mest týðandi broytingarnar í uppskotinum.
Yvirlit yvir mest týðandi broytingarnar:
1) Nevninga- og dómsmansmál:
Í viðgerð í landsrættinum í nevninga- og dómmansmálum fara at luttaka 3 dómarar. Í nevningamálum luttaka 9 nevningar. Í dómmansmálum verður landsrætturin víðkaður við 3 dómsmonnum. Í viðgerð av borgarligum málum í Føroya rætti kann rætturin í ávísum førum verða settur við 3 dómarum. Í nevningamálum í Føroya rætti luttaka 3 dómarar og 6 nevningar, og í dómmansmálum luttaka 1 dómari og 2 dómsmenn. Próvmetingin í nevningamálum fer eisini at kunna kærast til hægri rætt
2) Útnevning av sakkønum, trygdarviðurskifti, skjalainnlit o.a.:
Nærri reglur verða um útnevning av sakkønum dómarum í landsrættinum og í Føroya rætti í einstøkum málum. Ein nýggjur kapittul er um trygdarviðurskiftini við rættin. Reglurnar um afturlating av hurðum, navnaforboð og samskifti við fartelefon o.a. meðan rættarfundur verður hildin, eru meira nágreiniligar og víðkaðar. Nýggjar reglur um innlit í skjøl hjá dómstólunum. Reglurnar um fyribilssetan av dómarum, teirra framíhjáarbeiði og fráfaring grundað aldur eru orðaðar av nýggjum. Eisini eru reglur um verumáta dómarans undir rættarfundinum. Reglurnar um ógegni dómarans orsakað av, at viðkomandi áður hevur viðgjørt málið, eru øðrvísi.
3) Fútin, Føroya Politi og Politiøkisráð:
Starvið hjá Fútanum verður skipað sum eitt politistjórastarv. Fútin og Føroya Politi fara framyvir at vísa til Ríkispolitiið. Reglurnar um uppgávurnar hjá Føroya Politi verða fluttar yvir í Politilógina, sum ætlanin er seta í gildi fyri Føroyar. Sett verður eitt Politiøkisráð við umboðum fyri Føroya Politi, kommunurnar og landsstýrið. Ráðið skal viðgera lokalar trupulleikar og fremja samstarv millum ymiskar myndugleikar. Lokalnevndin verður avtikin.
4) Tann óhefti Politiklagumyndugleikin:
Óhefti Politiklagumyndugleikin fer at viðgera klagur um Føroya Politi (atferðarklagur) og at rannsaka revsimál móti politistarvsfólki hjá Føroya Politi.
5) Felags reglur fyri borgarlig mál og revsimál:
Reglurnar um kunnuggering (forkyndelse) eru umorðaðar. M.a. verður nú møguligt at brúka telefonkunnuggering. Nágreiniligar reglur um hvussu vitni, sum verða tikin í varðhald, skulu viðfarast. Parturin um skoðan og meting er nýggjur. Neyvari reglur eru um, hvussu dómar skulu orðast, og nýggjar reglur eru um at siga dóm í revsimáli.
6) Borgarligur rættargangur:
Nýggjar reglur um bólkarættarmál. Reglur um rættargangsfulltrúar og eftirlit við teirra virksemi. Nýtt kapittul um rættarseming, og nýggur kapittul um hugverksrættindamál. Dagføring av reglunum um sakarkostnað. Nýggjar reglur um fría rættargongd. Rættargangsháttur: Umorðingar av reglunum um sakarfyrireikingina í 1. instansi. Kæru- og klagureglurnar broyttar smávegis. Nýggjur kapittul er um viðgerð av sakum um minni krøv (smákravssakir). Reglurnar um sakir um hjúnaband, faðirskap og foreldramyndugleika eru orðaðar av nýggjum. Tvingsilsfulnaður: Nýggjur kapittul um tvingsilsfulnað av foreldramyndugleika. Eisini broyttar reglur um nýtsluveð og beinvegis fútarættargerð. Fyribils rættartiltøk: Reglurnar um arrest og forboð er umorðaðar. Nýggjur kapittul um próvsikring viðvíkjandi broti á hugverksrættindum.
7) Revsirættargangur:
Í revsimálum luttaka dómsmenn í øllum revsimálum, har tað kann verða talan um revsing í 6 mánaðar ella longri. Í einum nevningamáli kann ákærdi avgera, at nevningamálið skal viðgerast sum dómmansmál. Nevningamál kunnu kærast til landsrættin, har málið av nýggjum verður viðgjørt við luttøku av nevningum; kæran kann eisini fevna um skuldarspurningin. Nágreiniligar reglur um ákæruafturtøku, og freistir fyri nær ákæra kann reisast. Nágreiniligar reglur um verjan í einum revsimáli. Reglur um advokathjálp til órættaða eru víðkaðar, og tað eru reglur um at geva órættaða fráboðan um viðurskifti hjá brotsmanninum.
8) Sakargransking, tvingsilsinntriv o.a.
Reglurnar um yvirhoyring politianna eru broyttar og víðkaðar. Reglur eru undir hvørjum treytum tað kunnu setast tiltøk í verk fyri at skunda undir, at onkur fremjur ella heldur fram við einum lógarbroti. Reglurnar um rættarverjuvarðhaldsfongsling eru víðkaðar í ávísum førum – serliga í samband við kynsbrotsverk. Reglurnar um avbyrging í fongsli eru herdar, og reglurnar um rannsókn og inndrátt eru broyttar. Nýggjur partur um onnur sakargranskingartiltøk, m.a. fotografering av skuldsetta, fráboðan um viðurskifti hjá skuldsetta og um inntriv mótvegis persónum undir 15 ár.
9) Ákæra og dómsviðgerð í 1. instansi.
Reglurnar eru sum heild umorðaðar.
10) Ábyrgd landsstýrismanna
Nýggjur kapittul er um rættargangsreglurnar fyri viðgerð av sakum móti landsstýrismonnum um viðskifti í sambandi við teirra embætisførslu.
Uppskotið er sent beinleiðis til:
• Almannamálaráðið
• Heilsu- og innlendismálaráðið
• Mentamálaráðið
• Uttanríkis- og vinnumálaráðið
• Fiskimálaráðnum
• Fíggjarmálaráðið
• Samferðslumálaráðið
• Føroya rætti
• Fútin
• Kriminalforsorgin
• Ríkisumboðið
• Føroya Kommunufelag
• Fróðskaparsetrið
• Dátueftirlitið
• TAKS
• Gjaldstovan
• Almannaverkið
• Familjufyrisitingin
• Barnaverndarstovan
• Sjóvinnustýrið
• Vinnustovnurin
• Brúkaraumboðið
• Umhvørvisstovan
• Amnesty International Føroyar
• Advokatfelag Føroya
• MEGD
• Føroya Politistafelag
• Vinnuhúsið
• Føroysk Miðlafólk