Persónsupplýsingar, ið kunnu flytast av landinum uttan loyvi frá Dátueftirlitinum
Dátueftirlitið hevur mælt landsstýrinum til at endurskoða kunngerð nr. 33 frá 11. apríl 2005 um at flyta persónsupplýsingar av landinum uttan loyvi frá Dátueftirlitinum.
Tilmæli er grundað á, at Sameinda Kongsríkið eftir øllum at døma fer úr Evropasamveldinum (ES) tann 29. mars 2019. Í mun til flutning av persónsupplýsingum til útlond hevur tað avleiðingar, at eingin avtala er millum Føroya og SK.
Um eingin exitavtala er millum Sameinda Kongsríkið og ES, sum tryggjar t.d. status quo millum londini, verður Sameinda Kongsríkið í ES høpi de facto eitt triðjaland. Uttan eina adequacy decision frá ES verður Sameinda Kongsríkið at meta sum ótrygt triðjaland.
Dátueftirlitið mælir til, at nýggja kunngerðin umframt Sameinda Kongsríkið og Gibraltar eisini skal fevna um Andorra, Kanada, Ísrael, Jersay, New Zealand og Uruguay.
Við nýggju kunngerðini ber til at varðveita avtalur um flutning og viðgerð av persónsupplýsingum, sum frammanundan eru galdandi millum londini, og tingini kunnu virka óbroytt uttan mun til Brexit.
Hjáheft er eisini eitt upprit, sum lýsir málið nærri.