Revsilógin verður broytt

Heiti
Uppskot til broyting í Revsilógini (Landssvik og onnur brotsverk móti sjálvsavgerðarrætti og trygd Føroya fólks o.a., brotsverk ímóti stýrisskipanini og landsmyndugleikum føroyinganna, yvirgangur o.a., alvandasom brotsverk, ymsar gerðir, sum eru til skaða fyri almenningin, bidding og skaðiligt inntøkuvirksemi og brotsverk í familjuni).
Frágreiðing

Freistin at lata inn ummæli er hósdagin 30. januar 2020.

Broytingin fevnir um hesar kapitlar:
Kapittul 12: Landssvik og onnur brotsverk móti sjálvsavgerðarrætti og trygd Føroya fólks o.a.
Kapittul 13: Brotsverk ímóti stýrisskipanini og landsmyndugleikum føroyinganna, yvirgangur o.a.
Kapittul 20: Alvandasom brotsverk
Kapittul 21: Ymsar gerðir, sum eru til skaða fyri almenningin
Kapittul 22: Bidding og skaðiligt inntøkuvirksemi
Kapittul 23: Brotsverk í familjuni

Umframt broytingar er lógarteksturin eisini føroyskaður.

Broytingin inniber yvirskipað hetta:
Flestu broytingarnar vera gjørdar í kapitli 12 og 13. Hesir kapitlar viðvíkja ávikavist ytru og innaru trygdini í landinum. Av tí at revsirætturin nú er føroyskt málsøki, eigur lógarteksturin at vísa hetta. “Danski staturin og danskir myndugleikar” eru tí sum heild broyttir til “Føroyar og føroyskar myndugleikar”. Hinvegin verður innsett ein áseting um, at brotsverk ímóti danska statinum og donskum myndugleikum verða revsað á sama hátt.
Grundleggjandi verður hildið fast í, at føroyska lóggávan ikki víkir ov nógv frá donsku lóggávuni á hesum øki. Hóast hetta eru ávísar ásetingar strikaðar, tí tað verður mett, at Føroyar ikki hava heimild at lóggeva á hesum øki, tí hesi eru undir donskum málsræði.

Broytingar annars í kapitli 12:

  • Heitið verður broytt frá: “Forbrydelser mod statens selvstændighed og sikkerhed” til “Landssvik og onnur brotsverk móti sjálvsavgerðarætti og trygd Føroya fólks o.a.” Hetta er í trá við heitið á kapitli 12 í donsku revsilógini. Við hesi broyting verður dentur lagdur á, at álvarsligastu brotsverkini í kapitli 12, mugu metast at vera landssvik. Samstundis vísir heitið eisini, at talan er um føroyska lóggávu og tí verður orðingin “sjávsavgerðarrætt og trygd Føroya fólks” nýtt.
  • § 102, stk. 1 verður tillagað til føroysk viðurskifti. Í stk. 2 í donsku revsilógini verða dømi um tílíkan stuðul uppreksaði. Uppreksingin er ikki úttømandi. Mett verður, at hesi dømi eins væl kunnu standa í serligu viðmerkingunum til §102, stk. 1 og skotið verður tí upp, at ásetingin ikki er við í føroysku lógini. § 102, stk. 3 verður síðan til stk. 2 og tilvísingin til stk. 2 verður strikað.
  • Skotið verður upp, at § 110 a, stk. 2 verður strikað, av tí at ongin lóggáva er um loyvi at taka myndir úr loftfari.
  • Skotið verður upp at strika𠧧 110 b og 110 c, sum viðvíkja uttanveltaða støðu Danmarks. Mett verður, at Føroyar ikki hava heimild at lóggeva á hesum øki, av tí at uttanveltaða støða Danmarks er undir donskum málsræði. §§ 110 d og e verða eftir hetta til §§ 110 b og c.
  • Í § 110 e, verður ein nýggj áseting sett inn, har gerðir sambært §§ 98-110 a mótvegis danska statinum ella myndugleikum tess, verða revsaði á sama hátt.

Broytingar annars í kap. 13

  • Heitið er orðað, so tað er í trá við at talan er um føroyska lóggávu. Heitið í galdandi lóg er ”forbrydelser mod statsforfatinigen og de øverste statsmyndigheder, terrorisme m.v.” Hetta er umorðað til “brotsverk ímóti stýrisskipan og landsmyndugleikum føroyinganna, yvirgangur o.a.”
  • Í § 114 a, nr. 7 verður skotið upp, at innseta eina nýggja áseting. Broytingin ger at føroysk lóggáva viðvíkjandi kjarnorkuyvirgangi verður í trá við sáttmála hjá Evroparáðnum, um at fyribyrgja yvirgangi og ST sáttmálan um at basa kjarnorkuyvirgangi.
  • Skotið verður upp at broyta § 114 c, stk. 3, sum viðvíkur at útvega ein persón til at fremja ella stuðla undir yvirgang ella yvirgangslíknandi gerðum, soleiðis at revsingin fyri brot á ásetingina kann vaksa til fongsul upp í 10 ár, um viðkomandi er við í einum vápnaðum liði, ella undir serliga skerpandi umstøðum til fongsul upp í 16 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna slíkar, har viðkomandi hevur verið við í bardaga.
  • Á sama hátt verður skotið upp, at broyta § 114 e, sum viðvíkur persónum sum aðramátar stuðla persóni, bólki ella samskipan, sum fremur ella ætlar at fremja gerð, ið er fevnd av §§ 114, 114 a, 114 b, 114 c ella 114 d.
  • Skotið verður upp at innseta eina nýggja áseting í § 114 h, sum ger tað revsivert at taka ímóti peningaligum stuðli ella veitingum frá einum yvirgangsfelagskapi, at brúka til at skipa ella reka stovn ella fyritøku ella til líknandi endamál her á landi.
    Í § 118 b verður ein nýggj áseting sett inn, har gerðir sambært §§ 111 - 116 mótvegis danska statinum ella myndugleikum tess, verða revsaði á sama hátt.

Broytingar í kap. 20

  • Skotið verður upp, at seta eina nýggja § 191 a inn í kapittul 20, sum skerpar revsingina fyri brot á løgtingslóg um forboð móti ávísum dopingarevnum, um talan er um álvarsom brot á lóggávuna.
Ummælisfreistin er farin
30.01.2020
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Revsilógin
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
21.12.2019
Samband
gudrunnolsoe@tinganes.fo
Málsviðgjørt
GMN
Tak niður
Lovbekendtgørelse Om Straffeloven