Revsilógin verður broytt - 2. ummælisrunda

Heiti
Uppskot til broyting í Revsilógini (Landasvik og onnur brotsverk móti sjálvsavgerðarrætti og trygd Føroya fólks o.a., brotsverk ímóti stýrisskipanini og landsmyndugleikum føroyinga, yvirgangur o.a., alvandasom brotsverk, ymsar gerðir, sum eru til skaða fyri almenningin, bidding og skaðiligt inntøkuvirksemi og brotsverk í familjuni)
Frágreiðing

Orsøkin til at uppskotið aftur verður sent til ummælis er, at nakrar rættingar eru gjørdar í lógartekstinum. Rættingarnar í lógartekstinum eru  frámerktar við gulum. Broytingarnar eru harafturat gjøllari útgreinaðar í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

Viðmerkingar til rættingarnar kunnu latast  inn í seinasta lagi fríggjadagin 28. august 2020.

Rættingarnar, sum eru gjørdar eru í høvuðsheitum hesar:

Rættingar í kapitli 12:

  • Í § 98 er orðingin “at leggja Føroyar undir fremmant vald ella at loysa nakran part av landinum frá hinum”  rætta til “at loysa ella leggja Føroyar ella partar av Føroyum undir fremmant vald”. Rættingin er gjørd fyri at ásetingin verður greiðari.
  • Í § 99 er orðingin “Tann, sum fremur eina gerð, ið mið eftir at koma Føroyum út í kríggj, herseting ella annan fíggindaskap” rættað soleiðis at “okkara sameindu” eisini verða tikin við í ásetingini. Rættingin er gjørd, tí hóast Føroyar ikki hava stríðsføri og ikki einsamallar kunnu vera í hersamgongu við øðrum ríki, so verður mett at Føroyar kunnu hava sameind.
  • Í § 102  er valt at seta stk. 2 innaftur í ásetingina, hóast uppreksingin ikki er úttømandi, og at dømini í fyrstu syftu vóru sett inn í serligu viðmerkingarnar til greinina.
  • 110 a gjørdist ógreið, tí tað ongastaðni var útgreinað hvørs hernaðarligar verjustøðir, útgerð o.a. talan var um. Tí er tað nú lagt afturat ásetingini, at talan skal vera um hernaðarligar verjustøðir, útgerð o.a. hjá ríkinum.
  • § 110 b og c vóru í fyrstu syftu strikaðar, tí ásetingarnar viðvíkja uttanveltaða støðu Danmarks og mett var ikki, at Føroyar hava heimild at lóggeva á hesum øki. Ásetingarnar eru nú settar inn aftur.
  • Í § 110 g verða kongur, Fólkatingi og Hægstirættur eisini nevnd fyri at gera tað púra greitt, at hesi eisini eru fevnd av ásetingini.
  • Í § 118 b verða  kongur, Fólkatingi og Hægstirættur eisini nevnd fyri at gera tað púra greitt, at hesi eisini eru fevnd av ásetingini. Harafturat verða drotning, einkjudrotning og trúnuarvingur nevndar.
  • Tað eru gjørdar fleiri málsligar broytingar fyri at gera ásetingarnar greiðari. Í hesum sambandi vera eisini málsligar tillagingar gjørdar aðra staðni í lógini.
Ummælisfreistin er farin
28.08.2020
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Revsilógin
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
10.08.2020
Samband
gudrunnolsoe@tinganes.fo
Málsviðgjørt
GMD
Tak niður
Lovbekendtgørelse Om Straffeloven (2)