Tilhaldslógin dagførast

Heiti
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing (Tilhaldslógin)
Frágreiðing

Skotið verður upp at heimila Fútanum at taka fyribilsavgerð um frástøðuboð (bráðfengis frástøðuboð), sum fyri fyrst skal verja órættaða og møgulig húsfólk hjá órættaða, inntil Fútin kann taka eina endaliga avgerð um frástøðuboð ella uppihaldsforboð. Bráðfengis frástøðuboð hevur sama rættarvirknað sum vanligt frástøðuboð eftir Tilhaldslógini.

 

Munurin er serliga, at vanligu illgrunakrøvini, t.e. grundaður illgruni, fyri at kunna áleggja tilhald eru linkað; hetta er fyri at tryggja skjóta vernd av órættaða. Broytingin inniber, at fyribils tilhald kann verða álagt, um ein persónur við rímiligari grund er undir illgruna at valda einum øðrum ónáðir, at tað eru ávísar orsøkir eru at halda, at viðkomandi framhaldandi fer at volda hinum ónáðir, og at viðkomandi ikki hevur ein rímiligan áhuga í at seta seg í samband við hin persónin.

 

Skotið verður eisini upp at broyta orðið ”tilhald” til “frástøðuboð”.

Ummælisfreistin er farin
26.11.2018
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Lógarøkið
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
29.10.2018
Samband
nellaf@lms.fo
Málsviðgjørt
Løgmansskrivstovan
Tak niður
Uppskot til broyting í Tilhaldslógini til ummælis. 29 10 2018.pdf Javntekstur til broyting í Tilhaldslógini. 29 10 2018.pdf