Leiðreglur um at einskilja fyritøkur landsins
Inngangur
Føroya Landsstýri fer varliga og gjøgnumskygt undir at einskilja fyritøkur landsins, sum virka í kappingarkendum vinnugreinum.
Landsstýrið vil virka fyri breiðari politiskari semju í einskiljingarmálum, og verður ætlan um einskiljing av fyritøku, sum landskassin eigur, í hvørjum einstakum føri løgd fyri Løgtingið til viðgerðar.
Landsstýrið hevur tí gjørt av at fyrireika og skipa einskiljingar eftir hesum leiðreglum:
§ 1. Endamál
Endamálið at einskilja fyritøkur landsins er:
- at skipa greitt mark millum almenna og einskilda geiran
- at verja virði skattgjaldarans, sum liggja bundin í fyritøkum landsins
- at minka um skuld landskassans
- at bøta um møguleikar hjá fyritøkum, sum í dag eru í almennari ogn
- at virka fyri virðisskapan
- at víðka skaran av partaeigarum í vinnuligum fyritøkum og
- at styrkja føroyska kapitalmarknaðin, soleiðis at íløgutørvur hjá langfreistaðari uppsparing finnur vegin fram til mótsvarandi fíggingartørv
§ 2. Politisk samskipan
Einskiljingarmál verða samskipað av politiskum bólki (Einskiljingarnevndini), mannaður av løgmanni (formaður) og landsstýrismonnunum í ávikavist fíggjarmálum og vinnumálum. Í serstøkum einskiljingarmálum, har fyritøka verður einskild, ið ikki er undir málsræði hjá løgmanni ella nevndu landsstýrismonnum, kann nevndin víðkast við viðkomandi landsstýrismanni.
Avvarðandi landsstýrismaður hevur ábyrgdina av at fyrireika og fremja einskiljing av einstøku fyritøkuni samsvarandi Løgtingsins vilja.
§ 3. Fyrisitingarlig samskipan
Embætisbólkur við umboðum frá Løgmansskrivstovuni (hevur formannin), Vinnumálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum fyrireikar mál at leggja fyri einskiljingarnevndina.
Í serstøkum einskiljingarmálum, sum nevnt í § 2, kann bólkurin víðkast við umboðum úr øðrum stjórnarráðum.
Embætisbólkurin ger uppskot til yvirskipaðar og leiðbeinandi mannagongdir viðvíkjandi einskiljingum, eitt nú tá fyritøka verður umskipað til partafelag, tá umskipan av kapitalviðurskiftum fer fram, tá ið ræður um mál viðvíkjandi rættindum hjá starvsfólki, og tá søla av minnilutapartabrøvum skal fremjast.
Somuleiðis skulu arbeiðsbólkarnir, sum nevndir í § 4, ráðføra seg við embætisbólkin um spurningar av týdningi og meginregluligum slagi, harumframt skulu hesir javnan kunna Einskiljingarnevndina um arbeiði sítt.
Embætisbólkurin tekur stig til og fyrireikar regluligar fundir við luttøku av Einskiljingarnevndini, har kunnað verður um einskiljingarmál, og har einskiljingarmál verða viðgjørd til støðutakan.
§ 4. Arbeiðsbólkar og greiningar
Fyri hvørja einskiljing setur viðkomandi landsstýrismaður ein arbeiðsbólk at taka sær av arbeiðsuppgávunum, herundir at samstarva við uttanhýsis ráðgevarar.
Áður enn landsstýrismaður fer undir at gera uppskot um broyting av løgfrøðiligum skapi á almennari fyritøku ella at gera uppskot um at selja hana heilt ella lutvíst, skal nágreinilig lýsing av rakstri og rakstrarumhvørvi hjá fyritøkuni fáast til vega. Metast skal um avleiðingar, ið einskiljing ella broytt løgfrøðiligt skap hevur á hesi viðurskifti.
Avvarðandi landsstýrismaður fær tilmæli frá viðkomandi arbeiðsbólki um søluhættir, eitt nú um søla skal fremjast við almennum partabrævaútboði á virðisbrævamarknaði, ella um tiltøk skulu setast í verk fyri at finna strategiskar- ella fíggjaríleggjarar uttan um ein virðisbrævamarknað.
Eftir at løgtingið hevur samtykt uppskotið um einskiljing, skal arbeiðsbólkurin fáa til vega frá uttanhýsis ráðgevarum upplýsingar um marknaðarliga virðið av fyritøkuni, ið er grundað á nútíðarvirðið av framtíðar peningastreymi, fyritøkan kann skapa eigarum sínum og aðrar greiningar, ið eru neyðugar í sambandi við søluna.
Arbeiðsbólkarnir skulu sum meginregla mannast soleiðis, at eitt umboð er fyri landsstýrismannin, eitt umboð fyri embætisbólkin/Løgmansskrivstovuna og eitt umboð fyri leiðsluna í tí felag, ætlanin er at einskilja. Landsstýrismaðurin kann tó víðkað arbeiðsbólkin við øðrum umboði, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.
§ 5. Søluavmarkingar
Har viðurskiftini tala fyri tí, kann avvarðandi landsstýrismaður áseta hámark fyri sølu av partabrøvum til einstakan part ella fíggjarliga samantengdar partar. Hetta verður gjørt við støði í greiningum sambært § 4. Atlit skulu í slíkum førum takast til endamálið við at einskilja fyritøkur landsins, sum nevnt er í § 1. Somuleiðis skulu atlit takast, ið tryggja nøktandi kapping á teimum marknaðum, fyritøkan virkar á.
Útlendingar eiga rætt at ogna sær partabrøv í tann mun, serstøk føroysk lóggáva ikki avmarkar hesum.
§ 6. Ráðgeving og virðisbrævahandil
Óheftar virðismetingar og aðrar tænastur viðvíkjandi §§ 4, 5, 8 og 9 kunnu útvegast frá løggildum virðisbrævahandlarum og øðrum ráðgevum við hóskandi fakligum førleika.
Arbeiðsbólkarnir fyrireika útbjóðing viðvíkjandi slíkum uppgávum og gera tilmæli til viðkomandi landsstýrismann um val av tænastuveitara. Tilmæli verða grundað á innkomin tilboð, har greiða er á vavi av tænastum, prísi og treytum annars. Tá talan er um smærri ráðgevauppgávur, kann undantak gerast frá meginregluni um at útbjóða ráðgeva uppgávuna. Einskiljingarnevndin tekur støðu um hetta í hvørjum einstøkum føri.
§ 7. Kunngerð
Fyri at tryggja øllum pørtum javngóðan møguleika at vísa áhuga og at leggja fram boð, verður ítøkilig ætlan at selja landsfyritøku kunngjørd alment.
§ 8. Søla við almennum partabrævaútboði
Í førum, har almenn fyritøka heilt ella partvíst verður seld í almennum partabrævaútboði, skal sami prísur setast á øll partabrøv til sølu. Prísurin verður ásettur við støði í virðismetingum, nevndar í § 4.
Vísir eftirspurningurin seg at vera størri enn útboð, kunnu partabrøv til dømis vera seld eftir teirri tíðarraðfesting, keypsboð eru framkomin og skrásett eftir, ella eftir eini ásettari minstu/størstu íløgu, ella í tí støddar-lutfalli boð eru komin inn ella samanseting av hesum. Hetta er tó undantikið í førum, sum nevnd eru í § 5.
§ 9. Søla til strategiskar íleggjarar, fíggjar íleggjarar v.m.
Í førum, har ætlanin er at selja uttan alment partabrævaútboð, verður útbjóðingarumfar fyrireikað og framt. Endamálið við útbjóðingini er at tryggja sum mest av tilboðum frá íleggjarum við nøktandi eginleikum, ið skulu til fyri at tryggja framhald og menning av fyritøkuni, ætlanin er at einskilja. Innkomin tilboð verða mett eftir reiðupeningsvirði.
Tikið verður av keypstilboði, ið tryggjar bestu gjalding og hægsta prís í reiðupeningi, tó undantikið í førum, sum nevnd eru í § 5. Ónøktandi tilboð verða afturvíst.
§ 10. Upplýsingar
Landsstýrismaður skal, skjótast til ber, kunna almenningin um gongd og støðu í einskiljingarmálum, hann varðar av.
§ 11. Frávik
Um landsstýrismaður ætlar at gera frávik frá mannagongdum v.m., sum omanfyri eru lýstar, skal hann tryggja, at Einskiljinganevndin tekur undir við tí. Ætlan um frávik og ummæli frá nevndini verða løgd fyri landsstýrisfund til viðgerðar.
Tórshavn, hin 14. mars 2006
Jóannes Eidesgaard
løgmaður