Tilfar um Norðurbryggjuna

undefined

Norðurbryggjan er pakkhús bygt í 1767, sum hevur verið nýtt í sambandi við handilin við londini í útnorðri – Føroyar, Ísland og Grønland. Tað var t.d. her, skip til og úr Føroyum løgdu at við farmi og ferðafólki heilt upp til fyrst í seinastu øld. Kongaligi grønlendski handilin flutti, sum tað seinasta av londunum, virksemi sítt til Aalborg seint í 1970-árunum.

Søguligi bygningurin bleiv í 2003 høvuðsumvældur. Í dag húsast sendistovur Føroya, Grønlands og Íslands í bygninginum. Eisini eru stór felagsøki til mentanartiltøk, fundir og framsýningar. Í húsinum er stór matstova, veitsluhøli og móttøka við kunningarvirksemi um húsið og londini í útnorðri. Samlaða fermetratalið í Norðurbryggjuni er um 6700 og hýsir virksemi innan fyrisiting, mentan og vinnu.

Føroysk virkir og stovnar hava eisini møguleika at leiga seg inn í bygningin.

Les meiri um Norðurbyrggjuna á teirra heimasíðu.