Løgmansskrivstovan
Løgmansskrivstovan er fyrisiting løgmans.
Løgmansskrivstovan tænir løgmanni í at skipa landsstýrisarbeiðið og hevur ábyrgdina av at fyrireika, fremja og hava eftirlit við teimum uppgávum, sum løgmaður hevur samsvarandi stýrisskipanini. Tær eru samskipan og fyrisiting.
Fremja mál løgmans
Stevnumið Løgmansskrivstovunnar er at fremja mál løgmans og at samskipa fyrisitingina, so at politikkur landsins verður útintur á fullgóðan og lógligan hátt, og so at øllum verður tryggjað ein holl og reiðilig tænasta.
Starvsfólk í Løgmansskrivstovuni útinna arbeiðsuppgávur sínar sambært stevnumiðinum, politiskt óheft, trúsamt, opið, samstarvshugað, mennandi, ábyrgdarfult og dygdargott.