Bygnaður

Løgmansskrivstovan er skipað í ritara- og stjórnartænastu, umsiting og serligar ráðgevar. 

Ritara- og stjórnartænastan
Ritara- og stjórnartænastan er forskrivstova løgmans og løgmansstjórans og hevur eisini um hendi samskifti við miðlar, kunning, protokol og innanhýsis samskipan. Ritara- og stjórnartænastan situr fyri samskipan og eftirliti løgmans. Tænastan er skrivstovuhald hjá landsstýrinum og umsitur landsstýrisfundir, løgmansfundir, stjóraráðsfundir og annað virksemi, ið hevur at gera við stjórnarsamskipan. Harumframt er deildarstjórin á Ritara- og stjórnartænastuni eisini uttanríkispolitiski ráðgevi løgmans.

Serligir ráðgevar
Umframt áðurnevndu tænastur/eindir hevur Løgmansskrivstovan fýra serligar ráðgevar, sum arbeiða við økjunum:

  • Búskapur
  • Innlendisviðurskifti
  • Løgfrøði og stýrisskipan
  • Uttanríkismál

Umsiting
Umsitingin situr fyri bókhaldi, roknskapi, fíggjarstýring, journal/skráseting, KT, umsiting av ognum í Tinganesi, móttøku, matstovu og politiskari upplýsing. Umsitingin tekur sær eisini av HR- og starvsfólkamálum.