Føroya løgmaður
Aksel Vilhelmson Johannesen
Aksel Vilhelmson Johannesen er føddur í Klaksvík tann 8. november 1972. Hann er giftur Katrini D. Apol. Tey hava trý børn og búgva í Hoyvík. Hann er útbúgvin løgfrøðingur og hevur áður starvast sum advokatur.
Aksel Vilhelmson Johannesen var Føroya løgmaður frá 2015 til 2019. Hann hevur eisini roynt seg sum landsstýrismann í heilsumálum frá juni 2009 til februar 2011 og sum landsstýrismann í fíggjarmálum frá februar til november 2011. Hann varð fyrstu ferð valdur á Løgting 29. oktober 2011.
Aksel Vilhelmson Johannesen hevur verið formaður í Javnaðarflokkinum síðan 2011.