Heilsan frá løgmanni til hondbóltslandsliðið
Góðu leikarar, venjarar og øll tit, sum stuðla landsliðnum
Hesi orðini frá mær í dag fara til tykkum leikarar.
Tit hoyrast hart og týðiliga á vøllinum. Vit hoyra tykkum, tá ið tit kempa, fagna og verja.
Men vit hoyra tykkum eisini hart og týðiliga uttan fyri vøllin.
Tykkara fantastisku avrik og sunna lyndi skapa glasklárar ljóðbylgjur út í samfelagið, og endurljóðið rungar nú millum øll ættarlið. Og tað fer at runga í nógv, nógv ár fram.
Tit bróta upprunaliga føroyska ljóðmúrin og vísa okkum nýggjar hæddir.
Ítróttur á hesum støði er ein gáva fyri føroyingar. Allir føroyingar føla, at vit eiga ein part av tykkum. Mest sum hvørt barn í Føroyum kennir tykkum nú við fornavni.
Tit savna okkum øll her í Berlin og heima í stovununum. Øll sita vit lið um lið og savnast um tað sama. Vit savnast um ítróttin. Vit savnast um tykkum, hetjurnar.
Men tit eru ikki einans hetjur í ítrótti. Tit eru samfelagshetjur.
Eg hevði tykkum við í nýggjársrøðuni. Og eg haldi fult og fast um mín boðskap. Tit vísa føroyingum, at mørk kunnu flytast – og í summum førum spreingjast.
Tit hava prógvað, at Føroyar eisini kunnu teljast millum tey bestu.
Hetta skapar hart endurljóð út í føroyska samfelagið – og ikki minst eisini úti í heimi.
Vit spegla okkum í tykkum. Børn, ung, vinnulív, politiska skipanin.
Tit vísa okkum, hvat vit veruliga megna í Føroyum, um vit seta okkum mál og arbeiða miðvíst.
Tit vísa okkum, at vit í Føroyum kunnu vera millum tey bestu.
Men tit vísa okkum eisini, at tað krevur ein sterkan felagsskap, og at liðið stendur saman.
Og at tora at droyma stórt.
Takk fyri, at tit bróta ljóðmúrin og vísa okkum, hvat ber til í Føroyum.
Takk fyri, at tit læra okkum at droyma enn størri.
Óansæð hvussu hondbóltsævintýrið her í Berlin spælir av, eru vit øll longu so ómetaliga errin av tykkum.
Njótið nú hondbóltsløturnar saman!
Takk fyri og góða eydnu víðari her í Berlin.