Stevnumið

Løgmansskrivstovan fremur stevnuna hjá politisku leiðsluni og samskipar fyrisitingina, so at politikkur landsins verður útinntur á fullgóðan og lógligan hátt, og so at øllum verður tryggjað ein holl og reiðilig tænasta.

Vit røkja uppgávurnar við støði í:

Politiskum óheftni
Vit røkja uppgávurnar flokspolitiskt óheft, men við politiskum tevi og við atliti at fólkaræðisligum meginreglum.

Trúsemi
Vit eru trúsom móti politisku leiðsluni og starvsfeløgum.

Opinleika
Vit geva vitan frá okkum og eru opin fyri uppskotum hjá starvsfeløgum. Vit leggja dent á at samskifta væl.

Samstarvsáhuga
Vit hjálpa hvør øðrum og hava álit á, at fleiri kunna loysa uppgávuna betur enn ein, og vit eru til reiðar at nýta alla arbeiðsorkuna sum best.

Menning
Vit leggja dent á fakliga og persónliga menning, so vit støðugt kunnu veita eina dygdargóða tænastu. Vit viðurkenna týdningin av sakligum og stimbrandi kjaki.

Ábyrgd
Hvør í sínum lagi kennir ábyrgd og hevur ávirkan á sítt arbeiðsøki við virðing fyri heildini.

Dygd
Dygd liggur okkum fremst í huga, og vit stremba eftir at veita eina alsamt betri tænastu.