Landsstýrisfundir

  • 25-06-2012 | Landsstýrisfundur mánadagin 25. juni 2012

    Á landsstýrisfundi í dag vóru hesi mál fyri:

    Upprit um fríhandilsavtalu millum Føroyar og Ukraina
    (Løgmaður)

    Upprit um at heita á donsku stjórnina um at gera uppskot til kongliga fyriskipan um ígildissetan av broyting í lóg om klage- og erstatningsadgang indenfor sundhedsvæsenet beinanvegin tá- og um- lógarbroytingin verður samtykt í Fólkatinginum
    (Landsstýrismaðurin í heilsumálum)

    Upprit um virksemið hjá Húsalánsgrunninum
    (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um forskriftir og forskriftaskyldu v.m
    (Landsstýrismaðurin í heilsumálum)


    Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni

  • 13-06-2012 | Landsstýrisfundur mánadagin 11. juni 2012

    Á landsstýrisfundi í dag vóru hesi mál fyri:

    upprit og uppskot um at seta í gildi kunngerð um ískoytisútbúgving fyri fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar, útbúnir eftir eldri lógum
    (Landsstýrismaðurin í mentamálum)

    upprit og uppskot at seta í gildi kunngerð um broyting í kunngerð um næmingagjald fyri ljóstøk, gjald fyri stakgreinaundirvísing og innskrivingargjald til próvtøku fyri sjálvlesandi (kunngerð um ávís gjøld)
    (Landsstýrismaðurin í mentamálum)

    Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni

  • 22-05-2012 | Landsstýrisfundur mánadagin 21. mai 2012

    Á landsstýrisfundi í gjár legði løgmaður upp til kjak serliga við denti á vakstrarætlan fyri Føroyar.

  • 07-05-2012 | Landsstýrisfundur mánadagin 7. mai 2012

    Á landsstýrisfundi í dag vóru hesi mál fyri:

    Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um inntøkutrygd og forskotskipan, saman við frágreiðing til landsstýrið.
    (Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

    Upprit og uppskot viðvíkjandi fylgibroytingur í ymiskum kunngerðum í samband við lógarbroytingin viðvíkjandi lendisakfør
    (Landsstýrismaðurin í innlendismálum)

    Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni

  • 17-04-2012 | Landsstýrisfundur týsdagin 17. apríl 2012

    Á landsstýrisfundi í dag vóru hesi mál fyri:

    Upprit og uppskot til virkisætlan um eldrapolitikk og rammulóg, og virkisætlan um at leggja eldrarøktina til kommunurnar at umsita
    (Landsstýriskvinnan í almannamálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um viðurkenning av útlendskum sjóvinnubrøvum
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot um hvílutíð hjá sjófólki
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um gildiskomu av reglum í sjómannalógini
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um virksemi Brúkaraumboðsins
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um órímuliga og villeiðandi Marknaðarføring
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)


    Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni

  • 28-02-2012 | Landsstýrisfundur mánadagin 27. februar 2012

    Á landsstýrisfundi mánadagin vóru hesi mál fyri:

    Upprit um at byggja vardar bústaðir
    (Landsstýriskvinnan í almannamálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um skiftisskipanir í sambandi við ígildiskomu av vinnufelagslógini
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni

  • 20-02-2012 | Landsstýrisfundur mánadagur 20. februar 2012

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Uppskot til løgtingslóg um lántøku til Landskassan
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Upprit og uppskot um broyting í lóg um arbeiðsskaðatrygging
    (landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um kapping
    (landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk
    (landsstýriskvinnan í almannamálum)

    Upprit og uppskot um broyting í løgtingslóg um barnavernd
    (landsstýriskvinnan í almannamálum)

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
    (landsstýriskvinnan í almannamálum)

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til pensjónistar
    (landsstýriskvinnan í almannamálum)

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku
    (landsstýriskvinnan í almannamálum)

    Upprit til løgtingslóg um spreingievni
    (landsstýrismaðurin í vinnumálum)


    Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.

  • 07-02-2012 | Landsstýrisfundur mánadagin 6. februar 2012

    Á landsstýrisfundi mánadagin vóru m.a. hesi mál fyri:

    Upprit um at gera nýggja lóg um einnýtisíløt og onnur íløt til lidnar drekkivørur
    (Landsstýrismaðurin í innlendismálum)

    Uppskot til kunngerð um atkomuviðurskifti
    (Landsstýrismaðurin í innlendismálum)

    Uppskot til kunngerð um vegleiðandi fólkaatkvøðu um nýggjar kommunur í sambandi við at málsøki ætlandi verða løgd til kommunurnar at umsita
    (Landsstýrismaðurin í innlendismálum)


    Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avarðandi landsstýrismanni ella løgmanni

  • 24-01-2012 | Landsstýrisfundur mánadagin 23. januar 2012

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Upprit og uppskot um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu Lendisfarandi akfar (ATV)
    (Landsstýrismaðurin í innlendismálum)

    Upprit um innkeyps- og útboðspolitikk
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit um tilgongdina í samband við fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging
    (Landsstýrismaðurin í innlendismálum)

    Upprit um lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk
    (Landsstýriskvinnan í almannamálum)

    Uppskot til kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá statsautoriseraðum fótterapeuti
    (Landsstýrismaðurin í heilsumálum)


    Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni.

  • 09-01-2012 | Landsstýrisfundur mánadagin 9. januar 2012

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Uppskot og upprit til løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um broytingar í SIT lógini
    (Landsstýrismaðurin í mentamálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar
    (Landsstýrismaðurin í mentamálum)

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna Heilsutrygd og uppskot til viðtøkur fyri Sjúkrakassagrunn Føroya
    (Landsstýrismaðurin í heilsumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið í Søvnum Landsins
    (Landsstýrismaðurin í mentamálum)

    Uppskot til kunngerð um at Húsalánsgrunnurin einsamallur ella saman við kommunum, feløgum og stovnum kann útvega, reka og leiga íbúðir, íbúðahús og lestrarbýir
    (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)


    Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrismann ella løgmann.

  • 20-12-2011 | Landsstýrisfundur mánadagin 19. desember 2011

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Upprit um fólkaatkvøðu um kommunusamalegging
    (Landsstýrismaðurin í innlendismálum)

    Upprit um at savna alla byggifyrisiting á Landsverki,og at flyta íløgujáttanir til bygningar og annað, á eina serstaka grein á fíggjarlógina
    (Landsstýrismaðurin í innlendismálum)

    Upprit og uppskot um kunngerð um frekvens- og avgreiðslugjald á radiosamskiftisøkinum
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um broyting um umsiting og virksemi hjá Vinnuframagrunninum
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot um kunngerð umbroyting í kunngerð um ALS-gjald
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot um at broyta kunngerð um stuðul til flutning av fiski
    (Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

    Upprit og uppskot um at broyta kunngerð um veiðu eftir makreli við fiskiførum umdir føroyskum flaggi í 2011
    (Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

    Upprit og uppskot um at seta úr gildi kunngerð um forboð móti fiskiveiðu á Flemich Cap
    (Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)


    Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrismann ella løgmann

  • 21-11-2011 | Landsstýrisfundur mánadagin 21. november 2011

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Uppskot til løgtingslóg at seta í gildi løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya
    (Løgmaður)

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli
    (Landsstýriskvinnan í almannamálum)

    Uppskot til kunngerð um summartíð 2012, 2013, 2014, 2015 og 2016
    (Landsstýrismaðurin í innlendismálum)


    Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrismann ella løgmann

  • 08-08-2011 | Landsstýrisfundur 8. august 2011

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Støðulýsing av aktuellum politisku málunum (Løgmaður)

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli (Landsstýriskvinnan í almannamálum)

    Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrismann ella løgmann.

  • 08-08-2011 | Landsstýrisfundur 25. juli 2011

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Upprit og uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet” (Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum)

    Uppskot um nýggjan kommunubygnað (Landsstýriskvinnan í menta- og kommunumálum)

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Uppskot til løgtingslóg um tøkniliga umlegging av skattaskipanini (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Uppskot til løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (kapitalvinningsskattalógin) (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Upprit og uppskot um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (Landsstýrismaðurin í vinnu- og fiskivinnumálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.a. (Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um at byggja bygningar o.a. (Byggilógin) (Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum)

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (avtøka av egingjaldi fyri hoyritól v.m.) (Landsstýriskvinnan í almannamálum)

    Upprit um at leggja barnaverndarlógina fram til aðalorðaskifti í Løgtinginum (Landsstýriskvinnan í almannamálum)

    Tíðarætlan fyri fíggjarlógararbeiðið 2012 (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Uppskot til kunngerð um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)


    Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrismann ella løgmann

  • 04-07-2011 | Landsstýrisfundur 4. juli 2011

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í samband við lógarbundnar uppgávur
    (Landsstýriskvinnan í menta- og innlendismálum)

    Uppskot til løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn o.a.
    (Landsstýrismaðurin í vinnu- og fiskivinnumálum)

    Uppskot til løgtingslóg um jarðhitaskipanir
    (Landsstýrismaðurin í vinnu- og fiskivinnumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um starvsfólk at hava ábyrgd av klagum í tryggingarfeløgum
    (Landsstýrismaðurin í vinnu- og fiskivinnumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um tryggingarmekling
    (Landsstýrismaðurin í vinnu- og fiskivinnumálum)

    Upprit og uppskot um kunngerð um kærunevnd at viðgera avgerðir yrkisnevndarinnar
    (Landsstýriskvinnan í menta- og kommunumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um lærusáttmálar, umsitingargjald o.a.
    (Landsstýriskvinnan í menta- og kommunumálum)

    Upprit um at seta í gildi nýggja kunngerð um árliga skúladagatalið í fólkaskúlanum
    (Landsstýriskvinnan í menta- og kommunumálum)


    Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrismann ella løgmann

  • 21-06-2011 | Landsstýrisfundur 21. juni 2011

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Upprit og uppskot til løgtingsmál um heimild at gera leigusáttmála um nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn
    (Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum)

    Fíggjarnevndarskjal “Havnin í Skúvoy”
    (Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum)

    Upprit og tilmæli um staðseting av tjóðleikahúsi Føroya
    (Landsstýriskvinnan í menta- og kommunumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um tíðaravmarkaða veiði eftir botnfiski á Føroya Banka í 2011
    (Landsstýrismaðurin í vinnu- og fiskivinnumálum)


    Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni

  • 16-05-2011 | Landsstýrisfundur mánadagur 16. mai 2010

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
    (landsstýrismaður í vinnu- og fiskivinnumálum)

    Upprit um verklagslóg og útbjóðingartilfar í samband við nýtt Havrannsóknarskip
    (landsstýrismaður í vinnu- og fiskivinnumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í grønlendskum sjógvi í 2011
    (landsstýrismaður í vinnu- og fiskivinnumálum)

    Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands
    (landsstýrismaður í vinnu- og fiskivinnumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um adressur
    (landsstýrismaður í heilsu- og innlendismálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um íløt, úrdráttir og pant
    (landsstýrismaður í heilsu- og innlendismálum)


    Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni.

  • 02-03-2011 | Landsstýrisfundur 1. mars 2011

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri

    Eykajáttan fyri februar 2011
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    uppskot til pensjónsnýskipan
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Uppskot til løgtingslóg um stuðul til Saltsilogrunnin
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum

    Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni

  • 07-02-2011 | Landsstýrisfundur mánadagin 07. februar 2011

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærumál í lendismálum
    (Landsstýriskvinnan í innlendismálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um brúkaravernd í samband við keyp og sølu av fastogn o.a.
    (Landsstýriskvinnan í innlendismálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um arbeiðskoysistrygging og arbeiðsávísing
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn o.a.
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføring
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung
    (Landsstýriskvinnan í mentamálum)

    Upprit um at geva loyvi til at gera og reka fast samband millum Suðurstreym og Skálafjørðin
    (Landsstýriskvinnan í innlendismálum)

    Upprit um at leggja løgtingslóg um jarðhita fyri løgtingið
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit um at gera løgtingslóg um sanering av skuld til Búnaðargrunnin
    (Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og uttanríkismálum)

    Upprit um at broyta løgtingslóg um landsjørð (bygningar og innstøða)
    (Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og uttanríkismálum)

    Upprit um at broyta festikontuskipanina hjá Búnaðargrunninum
    (Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og uttanríkismálum)

    Fleiri upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.

  • 24-01-2011 | Landsstýrisfundur mánadagur 24. januar 2011

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Støðulýsing viðvíkjandi bygnaðarbroytingum
    (avvarðandi landsstýrisfólk)

    Uppskot til ríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann
    (løgmaður)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding
    (landsstýriskvinnan í innlendismálum)

    Upprit um at skipa ein leist fyri framtíðar evropapolitikk Føroya
    (landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um heilivágsskrá og fyrimyndarreglur á heilivági
    (landsstýrismaðurin í heilsumálum)


    Fleiri upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.