- 16-11-2009 | Landsstýrisfundur mánadagur 16. novembur 2009
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Uppskot til ríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av eini røð av lógarbroytingum viðvíkjandi donskum tænastumonnum
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Uppskot til løgtingslóg at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar ávikavist Aruba, Jomfrúoyggjarnar, Cayman Islands og Niðurlendsku Antillurnar
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Upprit um at broyta fólkaskúlalógina
(landsstýriskvinan í mentamálum)Uppskot til løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Upprit um at seta í gildi fyri Føroyar lov nr. 97 af 31. Marts 1953 om brug m.v. af radioaktive stoffer
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)Upprit um skiftið frá ES-skipanini á útlendingaøkinum til vanliga viðgerð eftir útlendingalógini
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)Upprit um at skapa vøkstur og virksemi
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot um kunngerð um gjald og útgjald til arbeiðamarknaðareftirlønargrunnin
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Upprit og uppskot um broyting í kunngerð um umsiting og virksemi hjá Vinnuframagrunninum
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot um kunngerð um fyrisiting av skipaskrásetingini
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot um kunngerð um broyting í kunngerð um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrisfólk ella løgmann. - 10-11-2009 | Landsstýrisfundur týsdagin 10. november 2009
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av akførum.
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin)
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp.
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)Upprit um inntøkutrygd til fiskimenn.
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Upprit um at veita fíggjarligan stuðul til alduverkætlan hjá SeWave.
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)Upprit um undirtøku fyri at fara undir samráðingar við Meginfelag Sjúkrakassa Føroya um fæið í verandi sjúkrakassaskipan.
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni. - 23-10-2009 | Landsstýrisfundur fríggjadagur 23. oktobur 2009
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Ólavsøkupakkin/fíggjarlógin 2010
(løgmaður)Uppskot til løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Uppskot til løgtingslóg um havnagjøld v.m.
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Uppskot til løgtingslóg almenna forsorg
(landsstýriskvinnan í almannamálum)Uppskot til løgtingslóg um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju o.a.
(landsstýrismaðurin í innlendismálum)Uppskot til løgtingslóg um elektroniskar rokningar
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
(landsstýriskvinnann í mentarmálum)Uppskot til løgtingslóg um at byggja ítróttarhøll í Sandoynni
(landsstýriskvinnann í mentarmálum)Uppskot til løgtingslóg um studningslán til ítróttar- og mentanarverkløg
(landsstýriskvinnann í mentarmálum)Uppskot til løgtingslóg um almenna heilsutrygd
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)Uppskot til samtyktar um Antifouling sáttmálan
(landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)Upprit um at leingja norðurlendska sáttmálan um atgongd innan hægri útbúgving
(landsstýriskvinnan í mentamálum)Upprit um støðutakan til nýggjan altjóða stovn fyri samstarv um menning av varandi orku –“International Renewable Energy Agency” (IRENA)
(landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)Ískoyti um at lógina um ES-arbeiðsmegi kann setast úr gildi, tá arbeiðsloysi hevur verið meira enn 3,5% í minsta lagi í 3 fylgjandi mánaðar
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)Uppskot til kunngerð um at broyta kunngerð um at leggja kærumyndugleikan eftir ymsum løgtingslógum til Vinnukærunevndina
(løgmaður legði fram vegna landsstýrismannin í vinnumálum)Upprit og uppskot til kunngerð útbúgving av fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum
(landsstýriskvinnan í mentamálum)Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni. - 05-10-2009 | Landsstýrisfundur mánadagur 5. oktober
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum (Yvirtøka av málsøkinum revsirættur)
(Løgmaður)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum (Yvirtøka av málsøkinum sakførarastarvsemi)
(Løgmaður)Upprit um at lógin um ES-arbeiðsmegi kann setast úr gildi, tá arbeiðsloysi hevur verið meira enn 3,5% í minsta lagi í 3 fylgjandi mánaðar
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)Upprit um at keypa Boðanesgøtu 1, Hoyvík
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)Upprit um at selja ognirnar Hoydalsvegur 1 og gamla Fiskivinnuskúlan í Vestmanna
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)Upprit og uppskot um kunngerð um sjúklingaráðgevar
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)Uppskot til kunngerð um starvsskipan fyri psykiatrisku sjúklingakærunevndina
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni. - 29-09-2009 | Landsstýrisfundur týsdagur 29. septembur 2009
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál viðgjørd:
Uppskot til løgtingslóg um løggilding av elinnleggjarum
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit um at endurskoða og dagføra lóg um sterkstreymsútbúnað
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit um at broyta § 4 í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul
(landsstýrismaðurin í almannamálum)Upprit og uppskot um kunngerðir og broytingarí kunngerðum í samband við broytingar í ferðslulógini
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um alment kunngerðarblað
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)Uppskot um broyting í kunngerð um kavaraskúlar, kavaraskeið og góðkenda kavaraútbúgving
(landsstýrismaðurinn í vinnumálum)Uppskot til kunngerð um royndartøku og greingingarhættir, ið skulu nýtast í samband við alment eftirlit við ávísum dálkandi evnum í matvørum
(landsstýrismaðurinn í vinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni. - 15-09-2009 | Landsstýrisfundur mánadagur 14. septembur 2009
Á landsstýrisfundi í gjár vóru m.a. hesi mál fyri:
Status viðvíkjandi ólavsøkupakkanum
(løgmaður)Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
(landsstýriskvinnan í almannamálum)Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um forskriftir og forskriftaskyldu v.m.
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Upplýsingar um hesi mál kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni. - 24-08-2009 | Landsstýrisfundur mánadagur 24. august 2009
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
(landsstýriskvinnan í mentamálum)Upprit um endurgjaldskrav fyri basingarútreislur hjá landinum ímóti reiðarínum “ZAMPHORFLOT”, ið átti skipið “OLSHANA”
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)Upprit um at landsstýrið gevur tilsøgn til, at IRF fer í holt við at gera nýtt spilloljuverk á Hagaleiti, Leirvík
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)Upprit um arbeiði at orða lóg um bygging og atkomu
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um felagsskránna
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)Uppskot til kunngerð um stuðul til ferðaútreiðslur og dupult húsarhald
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Uppskot til kunngerð um hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Upprit og uppskot til siglingarbøkur
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upplýsingar um málini niðanfyri kunnu fáast við at venda sær til løgmann ella avvarðandi landsstýrisfólk. - 11-08-2009 | Landsstýrisfundur týsdagur 11. august 2009
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Upprit og uppskot til løgtingslóg um matvørur v.m.
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit um at flyta alla eftirútbúgving út á Fróðskaparsetrið/Læraraskúlan, og at savna virksemi hjá KT-deplinum, Landsmiðstøðini og Skúlabókagrunninum í ein stovn
(landsstýriskvinnan í mentamálum)Upprit um uppskot til skipan og tilgongd til at kanna føroyingar fyri CTD
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast við at venda sær til løgmann ella avvarðandi landsstýrisfólk - 13-07-2009 | Landsstýrisfundur mánadagur 13. juli 2009
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:
Løglisti fyri tingsetuna 2009
(løgmaður)Upprit um upptøkur á Læraraskúlanum
(landsstýriskvinnan í mentamálum)Uppskot um kunngerð um gjøld fyri ymsar uppgávur í sambandi við vinnuliga kaving
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Uppskot um kunngerð um læknakanning av kavarum
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Uppskot um kunngerð um kavaraskúlar, kavarskeið og góðkenda kavaraútbúgving
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Uppskot um kunngerð um útinnan av kavaraarbeiði á tryggan hátt
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki. - 07-07-2009 | Landsstýrisfundur mánadagin 6. juli 2009
Á landsstýrisfundi mánadagin 6. juli vóru m.a. hesi evni fyri:
Upprit og uppskot til løgtingslóg um val til kirkjuráð, próstadømisráð og stiftstjórn
(landsstýriskvinnan í mentamálum)Uppskot og upprit um at broyta kunngerð um Føroyska Altjóða Skipaskrá
(landsstýrismaðurin í mentamálum)Upprit um at skipan av trygdarskeiði
(landsstýrismaðurin á fiskivinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki. - 29-06-2009 | Landsstýrisfundur 25. juni
Á landsstýrisfundi í hósdagin 25. juni vóru m.a. hesi evni fyri:
Frágreiðing og kunngerð um mista arbeiðsinntøku sambært forsorgarlógini
(landsstýriskvinnan í almannamálum)Upprit og kunngerðir um at seta í gildi kunngerðir um stuðul til heilivág v.m. eftir forsorgarlógini og eftir almannapensjónslógin
(landsstýriskvinnan í almannamálum)Frágreiðing og uppskot til kunngerð um reglur fyri Fiskivinnuráðið
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Frágreiðing og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Uppskot um at loysa átrokandi tørvin at gera neyðugar ábøtur á ferðsluna við ferðaskipum til Nólsoy og til Svínoyar/Fugloyar
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki - 15-06-2009 | Landsstýrisfundur 15. juni
Á landsstýrisfundi mánadagin 15. juni vóru m.a. hesi evni fyri:
Upprit um dagføring av tvískattasáttmála, sum Danmark og Schweiz gjørdu í 1973
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Uppskot til kunngerð um seta í gildi nýggja kunngerð um fíggjarligt frípláss
(landsstýriskvinnan í almannamálum)Uppskot til kunngerð um flyting av kærumyndugleika til kærunevndina í lendismálum
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki. - 09-06-2009 | Landsstýrisfundur 8. juni
Á landsstýrisfundi mánadagin 8. juni vóru m.a. hesi evni fyri:
Umrøða av skrivi frá Felagnum Línuskip
Kunning um nýggja eftirlønarskipan
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni. - 26-05-2009 | Landsstýrisfundur mánadagin 25. mai
Á landsstýrisfundi í gjár vóru m.a. hesi evni fyri:
Um bygnaðar- og vakstrarpakka/fíggjarlóg 2010
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Um at dagføra galdandi “Epidemilóg” í Føroyum
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)Um ískoytisútbúgving til sjúkrarøktarfrøðingar, útbúnir eftir eldri lógum
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki - 20-04-2009 | Landsstýrisfundur 20. apríl
Á landsstýrisfundi í gjár vóru m.a. hesi evni fyri:
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorgarlóg.
(landsstýriskvinnan í almannamálum)Eykajáttanarlóg fyri 2009.
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Um avtøku av sjúkrakassagjaldinum og stovnan av almennari sjúkratrygging.
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)Kunngerð um skipan av sjúkraflutningstænastuni.
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)Um at samskipa samstarvið um gransking og grunnar.
(landsstýriskvinnan í mentamálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki. - 03-04-2009 | Landsstýrisfundur hósdagin 2. apríl
Á landsstýrisfundi í gjár vóru m.a. hesi evni fyri:
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)Løgtingslóg um broyting í dagpeningalógini
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)Løgtingslóg um broyting í Lov for Færøerne on haugers styrelse og drift m.m.
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Kunngerð um avreiðing av livur og treytir fyri tillutan av eyka fiskidøgum
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Kunngerð um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landsleiðunum (garnakunngerðin)
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Kunngerð um broyting í kunngerð um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki. - 29-03-2009 | Landsstýrisfundur mándagin 30. mars
Á landsstýrisfundi mánadagin 30. mars vóru m.a. hesi evni fyri:
Eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2009
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Um at seta í gildi fyri Føroyar Sáttmála Sameindu Tjóða frá 13. desembur 2006 um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brekaðu
(landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)Um at seta í gildi fyri Føroyar Sjálvboðið Frumskjal (Optional Protocol/tillægsprotokol) (landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)
Um at leggja fyri Løgtingið ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om behandling af personsoplysninger”
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)Um longda niðurlagingartíð (avviklingstíð) fyri aling á vøtnum og byrgingum
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Kunngerð um broyting í kunngerð um sjálvbodna trygging
(landsstýriskvinnan í almannamálum)Um at seta arbeiðið lutvíst í gongd hjá “Skipanarnevndini”
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Løgtingslóg um val til kirkjuráð, próstadømisráð og stiftsstjórn
(landsstýriskvinnan í mentamálum)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
(landsstýriskvinnan í mentamálum)Um 3 bygningar, ið Mentamálaráðið ikki brúkar
(landsstýriskviina í mentamálum)Arbeiðssetningur hjá bólki, ið skal gera eina játtanargreining av almannaøkinum
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Kunngerð um broyting í kunngerð um skrá yvir heilivágssløg, sum er heimilað tilskot (landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Kunngerð um merking av sjógvalistøðum v.m.
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Kunngerð um brúkaragjald fyri børn á stovni
(landsstýriskvinnan í almannamálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki. - 27-02-2009 | Landsstýrisfundur hósdagin 26. februar
Á landsstýrisfundi í gjár vóru m.a. hesi evni fyri:
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m. (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sundurbýti og matrikulering.
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)Løgtingslóg um broyting av løgtingslóg um býarskipan- og byggisamtyktir.
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki. - 24-02-2009 | Landsstýrisfundur týsdagin 24. februar
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:
Trúnuarvalógin
(Løgmaður)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum fíggjarrættur (formueretten)
(Løgmaður)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum(Yvirtøka av málsøkinum upphavsrættur)
(Løgmaður)Sáttmáli við ES um atlimaskap Føroya í 7. Rammuætlan ES um gransking (FP7)
(Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne av lov om retshjælp til indgivelse og førelse af klagesager for internationale klageorganer i henhold til menneskerettighedskonventionen”
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om ændring for Færøerne om rettens pleje og forskellige andre love”
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Løgtingið
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)Løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtinslógum um ómyndugleika v.m.
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)Lóg um nátturuvernd
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Løgtingslóg um lántøku til landskassan
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Løgtingslóg um Búskaparráð
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Løgtingslóg um útleigan av bústøðum (leigulógin)
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)Um atlimaskap Føroya í Felagsskapi Sameindu Tjóða fyri úbúgving, vísindi og mentan (UNESCO)
(Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)Um at seta í gildi fyri Føroyar sáttmálan um Felagsevropiska Flogferðsluøkið (ECAA)
(Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki - 18-02-2009 | Landsstýrisfundur mánadagin 16. februar
Á landsstýrisfundi mánadagin 16. februar vóru m.a. hesi evni fyri:
Løgtingslóg um elektróniskar rokningar + kunngerðir
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eydnuspøl
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eigaraíbúðir
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Upprit um læraraútbúgving og námsfrøðiliga útbúgving
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)Upprit um at gera sáttmála við ES um atlimaskap í 7. Rammuætlan ES um gransking (FP7)
(Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)Upprit og uppskot til kunngerð um at seta úr gildi ávísar kunngerðir
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Upprit og uppskot til kunngerð um stuðul til flutning av fiski
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Kunngerð um broyting í kunngerð um ES-fiskiskapin á ytru landleiðini
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Kunngerð um broyting í kunngerð um norska botnfiskaveiðu á ytru landleiðini
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Upprit og uppskot til kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á Føroya Banka 2009
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki.