Landsstýrisfundir

  • 11-01-2011 | Landsstýrisfundur mánadagur 10. januar 2011

    Á landsstýrisfundi í gjár vóru m.a. hesi mál fyri:

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Upprit og uppskot um at broyta løgtingslógir á sjóvinnuøkinum – dagføring samavarandi ILO-sáttmálanum
    frá 2006 um starvsvirðurskifti hjá sjófólki
    (landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um skeinkingarloyvi
    (landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um brygging og útflýggjan av
    sterkum øli
    (landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot um kunngerð um broyting í kunngerð um fráboðan av arbeiðsskaðum, herundir vinnusjúkum
    (landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um avreiðing av livur og teytir fyri tillutan av eyka fiskidøgum
    (landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um avhending av fiskidøgum
    (landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

    Upprit og uppskot um kunngerð um umbýti av fiskidøgum millum innaru og ytru fiskidagaleiðirnar
    (landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)


    Fleiri upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.

  • 07-12-2010 | Landsstýrisfundur mánadagin 6. desember

    Støðulýsing viðvíkjandi bygnaðarbroytingum (langtíðarkarmar, kommunureformur, skúlareformur, heilsubygnaður, fiskivinnubygnaður, almannabygnaður, íroknað samanleggingar av stovnum)
    (Avvarðandi landsstýrisfólk)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið
    (Landsstýrismaðurin í heilsumálum)

    Upprit um tilfeingisrentu
    (Landsstýrismaðurin í fiskivinumálum)

    Upprit um hagtøl innan ferðavinnuøkið
    (Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)

    Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um at flyta ogn frá Føroya Yvirformyndarí
    (Landsstýriskvinnan í innlendismálum)


    Fleiri upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.

  • 29-11-2010 | Landsstýrisfundur mánadagur 29. novembur 2010

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Støðulýsing viðvíkjandi bygnaðarbroytingum
    (avvarðandi landsstýrisfólk)

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsins játtanarskipan
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.
    (landsstýriskvinnan í almannamálum)

    Upprit um at broyta lógina um kærunevnd í lendismálum
    (landsstýriskvinnan í innlendismálum)

    Upprit um at flyta løgujáttanir frá §7 mentamál til §15 innlendismál
    (landsstýriskvinnan í mentamálum)


    Fleiri upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.

  • 22-11-2010 | Landsstýrisfundur mánadagur 22. novembur 2010

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Støðulýsing viðvíkjandi bygnaðarbroytingum
    (avvarðandi landsstýrisfólk)

    Upprit um at eftirmeta almenna bygnaðin
    (løgmaður)

    Upprit um bygnaðarbroytingar innan maritima útbúgvingarøkið
    (landsstýriskvinnan í mentamálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um endurrindan av meirvirðisgjaldi til kommunurnar v.m.
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)


    Fleiri upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.

  • 08-11-2010 | Landsstýrisfundur mánadagur 8. novembur 2010

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Støðulýsing viðvíkjandi bygnaðarbroytingum
    (avvarðandi landsstýrisfólk)

    Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om ændring af lov fo Færøerne om rettens pleje”
    (landsstýriskvinnan í innlendismálum)

    Uppskot til kunngerð um ávís tiltøk at forða yvirgangi
    (landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)

    Uppskot til kunngerð um at seta í verk ávís avmarkandi tiltøk ímóti persónum og fyritøkum, sum hava tilknýti til Usama bin Laden, limir av Al Qaida-felagsskapinum og Taliban
    (landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)


    Fleiri upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.

  • 28-10-2010 | Landsstýrisfundur hósdagur 28. oktobur 2010

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Støðulýsing viðvíkjandi bygnaðarbroytingum
    (avvarðandi landsstýrisfólk)

    Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um veðbrævafeløg
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Uppskot til eykajáttanar løgtingslóg fyri oktober 2010 (Føroya Lívstrygging)
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m.
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Uppskot til broyting í løgtingslóg um at nútímansgera og høvuðsumvæla, úbyggja og nútímansgera Landssjúkrahúsið
    (landsstýrismaðurin í heilsumálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening
    (landsstýriskvinnan í almannmálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág
    (landsstýrismaðurin í heilsumálum)

    Uppskot til løgtingslóg um Trygdargrunn fiskivinnunnar
    (landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

    Upprit um at gera avtalu við Atlantic Airways um nýggjan sáttmála innan tyrlutilbúgving og innanoyggja tyrluflúgving
    (landsstýrismenninir í fiski- og vinnumálum)

    Upprit um loyvisgjøld og aliøkir
    (landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um tilskotsnevnd
    (landsstýrismaðurin í heilsumálum)


    Fleiri upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.

  • 06-09-2010 | Landsstýrisfundur mánadagur 6. septembur 2010

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Støðulýsing viðvíkjandi bygnaðarbroytingum
    (avvarðandi landsstýrisfólk)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um parta- og smápartafelaøg (vinnufelagslógin) og uppskot til løgtingslóg um fylgibroytingar í ymsum lógum
    (landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit um at gera lóg um tilbúgving
    (landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)


    Fleiri upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.

  • 07-06-2010 | Landsstýrisfundur mánadagur 7. juni 2010

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a.hesi mál fyri:

    Frágreiðing um áseting av makrelkvotum
    (landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um Føroyska Altjóða Skipaskrá
    (landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um gjald fyri skráseting v.m. í Føroysku Altjóða Skipaskrá
    (landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit um at fara í holt við at fremja FarGen-verkætlanina - Íløgur í ílegur
    (landsstýrismaðurin í heilsumálum)


    Upplýsingar um hesi mál kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.

  • 01-06-2010 | Landsstýrisfundur mánadagur 31. mai

    Á landsstýrisfundi í gjár vóru m.a. hesi mál fyri:

    Støðulýsing viðvíkjandi bygnaðarbroytingum
    (avvarðandi landsstýrisfólk)

    Upprit og uppskot til kunngerð um trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar
    (landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um skúlavegleiðaraskipan
    (landsstýriskvinnan í mentamálum)

    Upprit um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingum í skúlatíðini og uppskot til kunngerð um arbeiðsnáðir og gott skil
    (landsstýriskvinnan í mentamálum)

    Upprit og uppskot um kunngerð um val av kommunulækna
    (landsstýrismaðurin í heilsumálum)

    Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um afturgjaldsskyldu í sambandi við bústaðarbroytingar
    (landsstýriskvinnan í almannamálum)


    Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.

  • 17-05-2010 | Landsstýrisfundur mánadagur 17. mai 2010

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Støðulýsing viðvíkjandi bygnaðarbroytingum
    (avvarðandi landsstýrisfólk)

    Upprit og uppskot til kunngerð um áseting av fiskiorku og mannagongd, tá veiðiloyvi verða flutt millum fiskifør 15 tons og størri
    (landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um gravarhjálp
    (landsstýrismaðurin í heilsumálum)


    Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landstýrisfólki ella løgmanni.

  • 26-04-2010 | Landsstýrisfundur mánadagur 26. apríl 2010

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Støðulýsing viðvíkjandi bygnaðarbroytingum
    (landsstýrisfólkini)

    Frágreiðing um samskipan av tilbúgving millum avvarðandi landsstýrisfólk
    (landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

    Framløga av “Ársfrágreiðing um altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp”
    (landsstýrismaðurin í uttanríkismál)

    Kunning um at loysa hølisspurningin hjá Fiskimálaráðnum endaliga
    (landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)


    Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.

  • 19-04-2010 | Landsstýrisfundur mánadagur 19. apríl 2010

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Uppskot um eykaløgtingsfíggjarlóg
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting av lóg um fíggjarligt støðufesti, lóg um fíggjarligt virksemi, lóg um trygdargrunn fyri innskjótarar og íleggjarar og lóg um álíkning av inntøkuskatti til danska statin
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
    (landsstýrismaðurin í fískimálum)

    Upprit um at loysa hølistørvin hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeið í Hoydølum
    (landsstýriskvinnann í mentamálum)

    Upprit um at skipa matvøruútbúgving á Tekniska Skúla í Klaksvík.
    (landsstýriskvinnan í mentamálum)

    Upprit um at broyta kunngerð um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum
    (landsstýrismaðurin í fiskimálum)

    Upprit um at seta í gildi kunngerð um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk
    (landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit um broytingar í kunngerðum fyri yrkisútbúgvingar
    (landsstýriskvinnan í mentamálum)

    Uppskot til kunngerð um tænastugjald í samband við tolling og umtolling
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um tinglýsing
    (landsstýriskvinnan í innlendismálum)


    Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrisfólk ella løgmann.

  • 12-04-2010 | Landsstýrisfundur mánadagur 12. apríl 2010

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Forslag til lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om realkreditlån og realkreditobligationer m.v., lov om Danmarks nationalbank og forskellige andre love”
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (hvítvaskløgtingslógin)
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Landsstýrisfólkini løgdu fram uppskot um bygnaðarbroytingar fyri síni øki við atliti at langtíðarkarmar

    Frágreiðing um uttanríkispolitikk
    (landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)


    Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.

  • 23-03-2010 | Landsstýrisfundur mánadagur 22. mars 2010

    Á landsstýrisfundi í gjár vóru m.a. hesi mál fyri:

    Ríkislógatilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om en garantifond for indskydere og investorer”
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om ændring af lov om garantifond for indskydere og investorer, lov om finansiel stabilitet og lov om statsligt kapitalindskud i kreditinstitutter.
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í almenna forsorg
    (landsstýiriskvinnan í almannamálum)

    Upprit um at skriva undir avtalu við Lokale- og Anlægsfonden og um fígging av limagjaldi í 2010.
    (landsstýriskvinnan í mentamálum)

    Upprit um at fremja verkætlanina vegaføring við Leirvík
    (landsstýriskvinnan í innlendismálum)

    Upprit um álit um at savna maritimar útbúgvingar á einum staði
    (landsstýriskvinnan í mentamálum)

    Rundskriv um eykajáttanir í 2010
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Uppskot til kunngerð um at seta úr gildi kunngerð um stuðul til hjálparráð
    (landsstýiriskvinnan í almannamálum)

    Uppskot til kunngerð um stuðul til hjálparráð
    (landsstýiriskvinnan í almannamálum)

    Upprit og uppskot um broyting av kunngerðum um ymiskar miðnámsútbúgvingar
    (landsstýriskvinnan í mentamálum)

    Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins
    (landsstýrismaðurin í vinnumálum)


    Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.

  • 08-02-2010 | Landsstýrisfundur mánadagur 8. februar 2010

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Uppskot til løgtingslóg um sterkstreymsútbúnað v.m.
    (landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Uppskot til løgtingslóg um løggilding av elinnleggjarum
    (landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá
    (landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um bygging
    (landsstýriskvinnan í innlendismálum)

    Uppskot til samtyktar um at seta í gildi Sáttmála um vísindaligt og tøkniligt samstarv millum Evropiska Felagsskapin og Føroya Landsstýri (FP7)
    (landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)

    Upprit um at leggja “uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning nr. 884 af 08.12.1999 om Ansættelse i stillinger i folkekirken” fyri Løgtingið
    (landsstýriskvinnan í mentamálum)


    Nærri upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.

  • 01-02-2010 | Landsstýrisfundur mánadagin 1.februar 2010

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um postvirksemi
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp
    (Landsstýriskvinnan í mentamálum)


    Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni

  • 25-01-2010 | Landsstýrisfundur mánadagin 25. januar 2010

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Upprit og uppskot til løgtinslóg um broyting í løgtingslóg um val til kirkjuráð, próstadømisráð og stiftstjórn
    (Landsstýriskvinnan í mentamálum)

    Upprit um at leggja til orðaskiftis á Føroya Løgtingi málstevnuálitið Málmørk
    (Landsstýriskvinnan í mentamálum)

    Upprit um aðalorðaskift um kommunur, eindir og uppgávur 2009
    (Landsstýriskvinnan í innlendismálum)

    Kunngerð um at hækka gjøld fyri heimahjálp
    (Landsstýriskvinnan í almannamálum)

    Uppskot til kunngerð at seta úr gildi kunngerð um reglur fyri Fiskivinnuráðið
    (Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

    Uppskot til kunngerð um avreiðing av livur og treytir fyri tillutan av fiskidøgum
    (Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)


    Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni

  • 19-01-2010 | Landsstýrisfundur mánadagin 18. januar 2010

    Á landsstýrisfundi í gjár vóru m.a. hesi mál fyri:

    Upprit um at leggja krabbameinsætlan fram til aðalorðaskifti í Løgtinginum
    (Landsstýrismaðurin í heilsumálum)

    Kunngerð um at hækka gjøld fyri heimahjálp
    (Landsstýriskvinnan í almannamálum)


    Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni

  • 10-12-2009 | Landsstýrisfundur hósdagin 10. desembur 2009

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desembur 2009
    (landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

    Upprit um um umsitingarligu krøvini og staðseting av Heilsutrygd
    (landsstýrismaðurin í heilsumálum)

    Upprit um at søkja um limaskap í Lokale- og Anlægsfonfen (LOA-grunninum)
    (landsstýriskvinnan í mentamálum)

    Upprit og uppskot til kunngerð um gjøld fyri umsiting og eftirlit eftir lógini um umhvørvisvernd v.m.
    (landsstýriskvinnan í innlendismálum)

    Uppskot til kunngerð um yvirvøku og niðurberjing av lús hjá alifiski
    (landsstýrismaðurin í vinnumálum)


    Upplýsingar um málini omanfyri kunn fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.

  • 01-12-2009 | Landsstýrisfundur mánadagin 30. november 2009

    Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

    Upprit og uppskot til verklagslóg um umvæling av MF Ternuni og MF Rituni
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit um at gera neyðuga lógargrundarlagið fyri einari postaddressuskrá
    (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

    Upprit um at bjóða út asfaltering hjá landinum
    (Landsstýriskvinnan í innlendismálum)

    Uppskot til kunngerð um atkomuviðurskifti
    (Landsstýriskvinnan í innlendismálum)


    Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.