Løgmansembætið
Løgmansheitið er aldargamalt og hevur verið nýtt í Føroyum allar tíðir. Føroyska løgmansembætið stavar frá 13. øld, tá ið stóru rættarligu nýskipanirnar vóru í Noregi og í Føroyum.
Ovasti politiski - og fyrisitingarligi myndugleiki
Løgmansembætið fyri 1816 var nógv øðrvísi enn eftir 1948. Fyri 1816 stóð løgmaður á odda fyri dómstóli landsins, løgtinginum. Síðan 1948 hevur hann verið ovasti politiski- og fyrisitingarligi myndugleikin í Føroyum og hevur evsta útinnandi valdið á yvirtiknum málsøkjum.
Løgmaður staðfestir og kunnger uppskot til løgtingslógir, sum løgtingið hevur samtykt, og hevur í hesum sambandi eftirlit við, at samtyktirnar eru í samsvari við hægri lógarstig og millumtjóða sáttmálar.
Kann skriva út val
Løgmaður skrivar út val, áðrenn valskeiðið er runnið, og kann eisini skriva út val í úrtíð.
Løgmaður er samstundis stjórnarleiðari og hevur ábyrgd av at samskipa landsstýrisins arbeiði. Løgmaður tilnevnir landsstýrismenn, hevur eftirlit við, at landsstýrismenn umsita øki síni á lógligan og fullgóðan hátt, og kann loysa teir úr embætinum.
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir Føroya løgmenn. Tó verður víst á, at óvissur eru í tíðini upp til 1531.
Føroya løgmenn:
Gilli løgmaður | Nevndur í føroyingasøgu |
Sjúrður løgmaður | |
Símun løgmaður | 1350 |
Haraldur Kálvsson | 1412 |
Jørundur Skógdrívsson | 1479 |
Tormóður Sigurðsson | 1531 |
Andras Guttormson, Kálgarði, Sumba | 1531-1544 |
Guttormur Andrasson, sonur A.G. | 1544-1571 |
Jógvan Heinason, bóndi, Lamba | 1572-1583 |
Ísakur Gottormsson, bóndi, Vági | 1583-1588 |
Pætur Jákupsson, Kirkjubø | 1588-1601 |
Tummas Símunarson, Kaldbak | 1601-1608 |
Sakaris Tórmóðarson, Eiði | 1608-1629 |
Jógvan Justinussen, Hattarvík | 1629-1654 |
Baltsar Jacobsen, útlendingur | 1655-1662 |
Jógvan Pálsson, Oyri | 1662-1677 |
Jákup Jóanson, bóndi, Dalsgarði | 1677-1679 |
Jóhan Hendrik Weyhe, útlendingur | 1679-1706 |
Sámal Pætursson, Lamba | 1706-1755 |
Hanus Jákupsson Debes, Oyri | 1755-1769 |
Thorkild Fieldsted, útlendingur | 1769-1772 |
Jacob Hveding, útlendingur | 1772-1786 |
Johan Michael Lund, útlendingur | 1786-1805 |
Jørgen Frants Hammershaimb, Tórshavn | 1806-1816 |
Í heimastýristíðini:
Andrass Samuelsen, sambandsflokkurin | 1948-1950 | |
Kristian Djurhuus, sambandsflokkurin | 1950-1959 | |
Peter Mohr Dam, javnaðarflokkurin | 1959-1963 | |
Hákun Djurhuus, fólkaflokkurin | 1963-1967 | |
Peter Mohr Dam, javnaðarflokkurin | 1967-1968 | |
Kristian Djurhuus, sambandsflokkurin | 1968-1970 | |
Atli P. Dam, javnaðarflokkurin | 1970-1981 | |
Pauli Ellefsen, sambandsflokkurin | 1981-1985 | |
Atli P. Dam, javnaðarflokkurin | 1985-1989 | |
Jógvan Sundstein, fólkaflokkurin | 1989-1991 | |
Atli P. Dam, javnaðarflokkurin | 1991-1993 | |
Marita Petersen, javnaðarflokkurin | 1993-1994 | |
Edmund Joensen, sambandsflokkurin | 1994-1998 | |
Anfinn Kallsberg, fólkaflokkurin | 1998-2004 | |
Jóannes Eidesgaard, javnaðarflokkurin | 2004-2008 | |
Kaj Leo Johannesen, sambandsflokkurin | 2008-2015 | |
Aksel V. Johannesen, javnaðarflokkurin | 2015-2019 | |
Bárður á Steig Nielsen | 2019 - 2022 |