Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
(landsstýriskvinnan í mentamálum)

Upprit um endurgjaldskrav fyri basingarútreislur hjá landinum ímóti reiðarínum “ZAMPHORFLOT”, ið átti skipið “OLSHANA”
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)

Upprit um at landsstýrið gevur tilsøgn til, at IRF fer í holt við at gera nýtt spilloljuverk á Hagaleiti, Leirvík
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)

Upprit um arbeiði at orða lóg um bygging og atkomu
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)

Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um felagsskránna
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)

Uppskot til kunngerð um stuðul til ferðaútreiðslur og dupult húsarhald
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Uppskot til kunngerð um hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Upprit og uppskot til siglingarbøkur
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)


Upplýsingar um málini niðanfyri kunnu fáast við at venda sær til løgmann ella avvarðandi landsstýrisfólk.