Ríkislógarmæli um at seta Politilógina í gildi fyri Føroyar
Við hesum lógaruppskotinum verður sett í verk ein grundleggjandi og samla lóggáva fyri vanliga virksemið hjá politinum. Lógin ásetir eisini tær grundleggjandi meginreglurnar fyri valdsnýtsluni hjá politinum sum liður í vanligum skilhaldi. Við Politilógini verða greiða reglur á hesum øki. Hetta styrkir um rættartrygdina hjá borgarunum, samstundis sum at politiið fær eitt greitt grundarlag at arbeiða út frá í støðum, har politið fyri at kunna røkja sínar uppgávur, má fremja inntriv mótvegis borgarum, møguliga við at brúka tvingsil.
Endamálið við lógaruppskotinum er í høvuðsheitum at føra víðari og nágreina galdandi rætt á teimum økjum, sum § 108 í rættargangslógini í dag verður brúkt sum heimild at gera inntriv mótvegis borgarum. Tað er hvørki ætlanin at avmarka ella víðka verandi inntrivsmøguleikar. Lógin er tillagað føroysk viðurskifti við nøkrum smærri broytingum, sum kunnu síggjast undir serligu viðmerkingunum og í fylgiskjali 1.
Fylgiskjølini
Fylgiskjal 1: Resumé hjá Løgmálaráðnum. Hjáheft sum pdf-skjal.
Fylgiskjal 2: Forslag til Lov om politiets virksomhed. 2003/1 LSF 159
Fylgiskjal 3: Betænkning nr. 1402/2004 frá Politikommissionen, Betænkning om politilovgivning. Hjáheft sum pdf-skjal.
Fylgiskjal 4: Forslag til lov nr. 1722 af 27. des. 2016. (§ 20 a um piparsproyt) 2016/1 LSF 17
Fylgiskjal 5: Forslag til lov nr. 671 af 8. juni 2017. (§ 2 a). SF.L L 171
Fylgiskjal 6: Forslag til lov nr. 708 af 8. juni 2018. (Kapittul 6 a). 2017/1 LSF 159